Kyndil er føroyameistari

Kyndil er føroyameistari
Kyndil vann eisini seinnu FM-finaluna móti VÍF, og er føroyameistari í kvinnuhondbólti
Mynd: Marita á Rógvi  
 
19.04.2014 - 17:30

Kyndil er føroyameistari í kvinnuhondbólti fyri fyrstu ferð síðani 1999.

Kyndil vann eisini seinnu finaluna á VÍF. Dysturin endaði 14-12 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 5-4 til Kyndil.

Sum úrslitið sigur, vóru tað verjurnar og málverjarnar sum stóðu fyri tí mesta, tí so fá mál eru ongantíð skotin í kvinnukappingini í ár.

Hetta er sætta FM-heiti, sum Kyndil vinnur í kvinnuhondbólti.

Kyndil er greipuvinnari í 2014, tí tær vunnu eisini steypakappingina í februar.

Kyndil - VÍF 14-12 (5-4)

Toppskjúttar, Kyndil: Simona Petersen 5. Bára K. Hansen 4. Turið Arge 2.

Toppskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 4. Agnas Olsen 3. Sóley Hórará 2.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151