Durita er føroyameistari í borðtennis

Durita er føroyameistari í borðtennis
15 ára gamla Durita Jensen er nýggjur føroyameistari í einmansleiki í borðtennis
Nýkosni føroyameistarin í einmansleiki í borðtennis eitur Durita Jensen, sum á myndini er í bláum.
 
12.04.2014 - 15:01

Nýkosni føroyameistarin í einmansleiki í borðtennis, Durita Jensen úr felagnum Tór, lat ongan iva vera um, hvør er besti borðtennisspælari hjá kvinnum í landinum. Durita spældi sera álopskent, og hon vann eisini dystin greitt 3-0. Settúrslitini vóru 14-12, 11-6 og 11-4. 

Sostatt var tað bert í fyrsta setti, at mótstøðuleikarin, Anna Mikkjalsdóttir úr Tvøroyar Borðtennisfelag, megnaði at geva Duritu veruliga mótstøðu. Sigast skal tó, at hesar báðar hava spælt aðrar dystir í gjár og fyrradagin, og tá vann Anna 3-2 í tveimu tøttum fimm settarum, 

Men tá avgerandi FM finalan í einmansleiki varð spæld í dag, var ongin ivi. Durita Jensen er best, og hon er harvið eisini føroyameistari í borðtennis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878