- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar - Norðurírland beinleiðis í útvarpinum

Í kvøld spæla Føroyar og Norðurírland HM-undankappingardyst.
Føroyar fingu leygardagin sítt fyrsta stig í kappingini, tá tær spældu 1-1 javnleik móti Bosnia/Hersigovina.
Norðurírland hevur eisini spælt móti Bosnia/Hersigovina í somu kapping. Tann dysturin endaði 0-0.
Úrslit hjá Norðurírlandi í HM-undankappingini:
Skotland - Norðurírland 3-0
Norðurírland - Bosnia/Hersigovina 0-0
Norðurírland - Pólland 0-3
Svøríki - Norðurírland 4-0
Úrslit hjá Føroyum í HM-undankappingini
Føroyar - Skotland 2-7
Pólland - Føroyar 6-0
Svøríki - Føroyar 5-0
Føroyar - Bosnia/Hersigovina 1-1
Dysturin millum Føroyar og Norðurírland byrjar klokkan 19.00. Útvarpið sendir dystin beinleiðis.
Heidi Lava Elgeirsdóttir sigur frá, og Valgerð Andreasen er viðmerkjari.