Føroyar kunnu ikki samanberast við Russland
Føroyar kunnu ikki samanberast við Russland
Tað er skeivt at samantvinna ES-tiltøkini móti Føroyum og ES-tiltøkini móti Russlandi vegna kreppuna á Krim, sigur løgmaður í svari til Høgna Hoydal
Tað er ikki rætt av Høgna Hoydal at samantvinna ES-tiltøkini móti Føroyum og ES-tiltøkini móti Russlandi vegna kreppuna á Krim, sigur løgmaður
25.03.2014 - 11:41
Landsstýrið vónar, at stríðið millum Russland og Ukraina verður loyst diplomatiskt, so friður verður varðveittur í evropeiska nærumhvørvinum.
Millum annað hetta sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í svari til Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, sum vildi hava at vita, um landsstýrið hevur lagt trýst á Danmark og ES um at enda boykottið móti Føroyum, sum hevur trýst føroyskan útflutning til Ukraina og Russlands.
Høgni Hoydal segði í spurningi sínum, at boykottið móti Føroyum rakar okkum nógv harðari enn ES-tiltøkini móti Russlandi.
Til hetta svarar løgmaður, at landsstýrið streingir á ES um at seta úr gildi handilstiltøkini hjá móti Føroyum. Hetta verður serliga gjørt við tveimum altjóða gerðarrættarmálum.
Løgmaður sigur seg vóna, at handilstiltøkini skjótt verða tikin av.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður sigur eisini, at danska stjórnin er vitandi um, hvussu hart ES- tiltøkini kunnu raka Føroyar, men at støðan millum Føroyar og ES kann als ikki sammetast við støðuna á Krim
- Eg haldi, tað er skeivt at samantvinna hesi bæði málini, sigur løgmaður í svari sínum, sum kann lesast her:
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482