- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um Eik-grunnin er fyrnað
Skráseting Føroya hevur fingið bræv frá fútanum, har sum fútin sigur, at málið er fyrnað, og tí ger politiið ikki meira við tað.
Skrásetingin sendi fyri einum mánað síðani tann partin av granskingini av Eik Grunninum, sum er liðugur, til poltiiið.
Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum hevur granskað Eik Grunnin fyri Skrásetingina, staðfesti, at nevndin í Eik Grunninum helt ikki roknskaparreglurnar.
Nevndin tók stig, sum hon ikki hevði fingið loyvi til frá Skráseting Føroya, og hon gjørdi eisini móti sjálvari endamálsgreinini hjá grunninum.
Granskingin varð latin Skrásetingini í desember í fjør.
Hetta er ein partvís gransking, tí løgtingið vil ikki lata allar pengarnar, sum Skrásetingin bað um til granskingina. Hon bað um hálva aðra millión.
Men tann parturin, sum er latin Skrásetingini, er tó endaligur, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Hvørki bústjórin í trotabúnum Eik Grunnurin ella Eik Banki, sum er einasti kreditorur, vilja brúka niðurstøðurnar í granskingini fyri at vita, um til ber at krevja endurgjald frá nevndarlimunum í Eik Grunninum fyri á tann hátt at fáa fleiri pengar til trotabúgvið.
Tað kostar alt ov nógv at kanna tað. Og harafturat er ikki staðfest, um dispositiónirnar hjá nevndini í Eik Grunninum, gjørdu, at grunnurin misti pengar, siga bústjórin, Christian Andreassen, advokatur, og leiðslan í Eik Banka.
Granskingin hjá Eyðfinni Jacobsen sigur heldur ikki, at tað, sum nevndarlimirnir gjørdu, gav grunninum tap.
Men advokaturin sigur, at varð hann biðin um at gera arbeiðið liðugt, hevði hann eisini kunnað sagt, um grunnurin misti pengar ella ikki.
Skráseting Føroyar kann kæra avgerðina hjá fútanum um ikki at gera nakað við málið til politiið ella ríkisadvokatin. Ikki er avgjørt enn, um tað verður gjørt, sigur stjórin í Skrásetingini, Jógvan Thomsen.