- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítil áhugi at leita eftir olju í Føroyum
Tingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um heimild at brúka pening, sum oljufelagið ENI rindaði til førleikamenning, at marknaðarføra føroyska landgrunnin.
Tá oljufelagið ENI gavst við sínum virksemi í Føroyum í 2011, stóð góð hálv onnur millión krónur, sum felagið rindaði til førleikamenning, framvegis á kontu á Gjaldstovuni, og ætlanin er at nýta hesa upphædd í trý ár til marknaðarføringina.
Sambært lógini um útbjóðingarumfar skulu feløg, sum leita eftir olju, veita fíggjarligan stuðul til tess at menna vinnuførleika í Føroyum. Í løtuni eru sjey leitiloyvi í gildi, men ógreitt er, um feløgini hava áhuga at leingja loyvini, sigur Vinnumálaráðið.
Jarðfeingi hevur gjørt eina ætlan um, hvussu føroyski landgrunnurin kann marknaðarførast. Hildið verður, at áhugin fyri føroyska økinum veksur aftur, tí enn er tað lutfalsliga lítið kannað.