- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjingarmiðstøð skal gera greiðari avtalur
Brúkaraumboðið boðar í tíðindaskrivi frá, at tað hevur heitt á venjingarmiðstøðina, Vælveru Fitness, at gera greiðari avtalur við viðskiftafólkini. Ítøkiliga málið snýr seg um eina kæru frá brúkara, sum hevði keypt sær venjing í ein mánað.
"Keypið varð framt inni í venjingarstøðini og ikki umvegis heimasíðuna. Goldið varð kontant. Seinni fekk kærarin krav fyri fleiri mánaðir. Orsøkin til hetta var, at haldið ikki var uppsagt og tí helt fram. Brúkarin var tó ikki greiður yvir, at talan var um eitt hald og gjørdist tí bilsin av kravinum," sigur Brúkaraumboðið.
Ógreitt
Í kanningunum hjá Brúkaraumboðnum kom fram, at avtalan millum kærara og venjingarmiðstøðina var ógreið.
"Brúkaraumboðið metti ikki, at tað gekk greitt fram av avtaluni millum kærara og venjingarmiðstøðina, at kærari hevði teknað eitt hald, ið helt á fram, til hetta varð uppsagt. Hetta gav høvi til, at tað verður gjørt greiðari fyri brúkaran, tá avtala verður gjørd um, at talan er um eitt leypandi hald, ið heldur á fram, til haldið verðu sagt upp," sigur Brúkaraumboðið.
Í málsviðgerðini kom Brúkaraumboðið fram á - og gjørdi Vælveru Fitness vart við, at á haldum við bindingstíð varð samlaði prísurin fyri haldið ikki upplýstur. Hetta er annars krav sambært lóg um marknaðarføring.
Sambært lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.
"Brúkaraumboðið hevur tí vent sær til Vælveru Fitness og vís á oman fyri nevndu viðurskifti," skrivar Brúkaraumboðið í tíðindaskrivi og á heimasíðuni.
Vælvera Fitness hevur tikið tilmælini frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og hevur slept ítøkiliga innheintingarmálinum.