- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royn nýggja app her: Les 500 orð um minuttin

Tað kann stundum kennast tungt - at koma gjøgnum eina drúgva og tjúkka bók. Hetta roynir ein amerikonsk fyritøka nú at broyta og bøta um.

Royn appina niðanfyri

Amerikanski framleiðarin, Spritz, hevur nú ment eina nýggja app til snildfonir, ið ger, at tú í framtíðini kanst lesa 500 orð um minuttin.

Hetta merkir, at tú ein seinnapart kanst pløga teg gjøgnum eitt nú Harry Potter, um tú væl at merkja megnar at fylgja við ferðini hjá appini.

Royn appina her

Ovasta myndin: 250 orð um minuttin

Myndin í miðjuni: 350 orð um minuttin

Niðasta myndin: 500 orð um minuttin

Soleiðis riggar appin

Appin vísir tær eitt orð í senn. Í hvørjum orði er ein bókstavur markeraður við reyðum liti, ið ger, at heilin skjótari megnar at skilja orðið og fara víðari.

Á henda hátt skulu eyguni ikki leita runt á eini stórari síðu í eini bók, ið ger tað munandi skjótari hjá fólki at lesa bøkur, sigur framleiðarin av appini.

Í fyrstu atløgu verður appin hjá amerikansku fyritøkuni, Spritz, bert tøk til Samsung-snildfonir. Nær appin verður tøk til iPhone, er ikki greitt enn.