J&K byggir vindmyllukoplingarstøðina í Húsahaga

J&K byggir vindmyllukoplingarstøðina í Húsahaga
Boðið hjá J&K Petersen var 600.000 krónur lægri enn tað hjá Articon
 
07.03.2014 - 13:00

J&K Petersen átti lægsta boðið uppá at byggja koplingarstøðina í Húsahaga. J&K Petersen hevur bjóðað seg til at byggja nýggju vindmyllukoplingarstøðina fyri slakar 16 milliónir krónur.
Articon bjóðaði eisini. Boðið hjá Articon var góðar 16,6 milliónir krónur. Tað sigur SEV í tíðindaskrivi. 

SEV fer nú at meta um tilboðini, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvør fær arbeiðið.

Hóast J&K kom við lægra tilboðnum, skulu bæði tilboðini samanberast, áðrenn avgerðin verður tikin. SEV skal tryggja sær, at tað tilboðið, sum verður valt út, veruliga fevnir um arbeiðið, sum er boðið út, sigur SEV.
Arbeiðið fer í gongd, so skjótt avgerðin er tikin, og koplingarstøðin skal eftir ætlan verða liðug um árskiftið.
Koplingarstøðin í Húsahaga skal flyta streymin frá nýggju vindmyllunum út á 60 kiloVatt flutningsnetið hjá SEV. 
Støðin fer at geva høvuðsstaðnum og Suðurstreymoy eina tryggari elveiting, sambært SEV. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946