Ítróttarfeløg í Havn sleppa at venja inni ókeypis

Ítróttarfeløg í Havn sleppa at venja inni ókeypis
Týskvøldið samtykti Tórshavnar Býráð, at allur skipaði ítrótturin fær ókeypis hallartímar.
 
06.03.2014 - 15:49

Ein samtykt í býráðnum týskvøldið fer at hava við sær, at skipaði ítrótturin hereftir ikki tørvar at skipa fyri óteljandi stuðulstiltøkum til tess at fíggja hallarleiguna, hereftir verður hon ókeypis.

- Hetta verður gjørt fyri at menna ungdóms- og ítróttararbeiðið í kommununi. Serliga hugsa vit um, at feløgini skulu sleppa undan at brúka so nógva tíð og orku til at skipa fyri stuðulstiltøkum, fyri at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, og heldur brúka tíðina óskerda til ítróttin og ungdómsarbeiðið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Hetta merkir m.a., at hereftir verður hallarleigan ókeypis. Vit fara at samskipa arbeiðið við feløgini og gera eina nýggja reglugerð, eftir ætlan kemur skipanin í gildi um góðar tvær vikur. Alt býráðið dugdi at síggja týdningin av tí ómetaliga stóra arbeiði, ítróttarfeløginigera fyri menningina og trivnaðin serliga hjá børnunum og teim ungu, og málið varð eisini einmælt samtykt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981