- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Handilsskúli heldur 30 ára føðingardag
Føroya Handilsskúli heldur 30 ára føðingardag
Skúlin hátíðarheldur 30 ára dagin við røðum, kórsangi og Lover Lover.
05.03.2014 - 15:15
Í summar vóru 30 ár síðani teir fyrstu næmingarnir byrjaðu á Føroya Handilsskúla við Marknagilsvegin í Havn.
Áðrenn hesin bygningurin varð tikin í nýtslu, hevði handilsskúlaundirvísingin verið hildin sum kvøldskúlaskeið runt um í landinum í meira enn 35 ár.
Til tess at hátíðarhalda 30 ára dagin skipar Handilsskúlin fyri móttøku á skúlanum í dag frá kl. 15-17, undir heitinum vinna, útbúgving, innovatión og íverksetan.
Umframt røður, sum eitt nú Helena Dam á Neystabø, Bjørn Kalsø og Jóhanna á Bergi halda, er tónleikur á skránni.
Handilsskúlakórið syngur, og bólkurin Lover Lover spælir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV