CIP fær milliónina

CIP fær milliónina
Loksins fær Copenhagen Infrastructure Partners milliónina fyri arbeiðið.
 
05.03.2014 - 12:39

Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, fær milliónina, sum nú í langa tíð bara hevur itið CIP milliónin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, sigur, at hann hevur fingið at vita frá løgfrøðingum, at hann hevur bæði skyldu og heimild til at flyta milliónina, sum CIP skal hava, tí CIP ikki fekk sáttmálan við

Innlendismálaráðið um Eysturoyartunnilin.

Milliónin verður tikin av játtanini "nýggir landsvegir" í 2013 og bókað í 2013, tí útreiðslan hoyrir til fíggjarárið 2013. 

Í telduposti til aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum tann 12.januar biður Rune Bro Róin í CIP um at fáa milliónina flutta á kontu hjá P/F Eysturoyartunlinum, sum CIP og Lív eiga. 

P/f Eysturoyartunnilin fekk einkarrættin í sáttmálanum um Eysturoyartunnilin, sum ongantíð varð undirskrivaður.   

Í teldupostinum takkar Rune Bro Róin fyri eina góða og konstruktiva samráðingargongd um Eysturoyartunnilin. 

Hann vónar, at landsstýrið og løgtingið finna loysnina fyri Eysturoyartunnilin, sum tænir Føroyum best.

Og aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum er meira enn vælkomin at seta seg í samband við CIP, um hann hevur okkurt at spyrja um ella viðgera í sambandi við tunnilsverkætlanina, skrivar Rune Bro Róin eisini.      

Ein heilt annar spurningur er, um Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevði loyvi til at gera avtaluna um CIP milliónina. Tí spurninginum skal kanningarstjórin svara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981