- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristin Michelsen letur nevndarsess frá sær
Løgtingið skal velja ein løgtingsgrannskoðara á tingfundinum klokkan 11.00 í dag.
Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum hevur biðið um at sleppa frá sum løgtingsgrannskoðari.
Sambært Degi og viku mánakvøldið vil Kristin Michelsen, sum býr á Tvøroyri, sleppa frá, tí fundirnir hjá løgtingsgrannskoðarunum eru, tá eingir aðrir fundir eru í løgtinginum, og vánaliga ferðasambandið við Suðuroynna ger tað tvørligt at fara á fundirnar hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Løgtingsgrannskoðarnir fara gjøgnum árliga landskassaroknskapin og aðrar almennar roknskapir og ansa eftir, at allar inntøkur eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.
Løgtingsgrannskoðarnir leggja roknskapirnar við sínum viðmerkingum fyri løgtingið til samtyktar.
Reimund Langgaard, Høgni Hoydal, Joen Magnus Rasmussen og Kristin Michelsen eru løgtingsgrannskoðarar.