- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenn partafeløg hava ongar reglur um leiðslusið
P/F Atlantsflog er tó undantikið, tí felagið er børsskrásett og noyðist tí at hava leiðreglur um leiðsluna. Millum annað um, hvørjar førleikar, nevndarlimirnir skulu hava. Atlantsflog virkar eftir íslendsku reglunum um góðan leiðslusið.
- Men hini partafeløgini, sum Vinnumálaráðið varðar av, hava ikki slík krøv um leiðreglur, sum børsskrásettu feløgini hava. Og fyri hesi feløgini eru ikki gjørdar ítøkiligar leiðreglur um góðan leiðslusið.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, sum spurdi um nevndarval í almennu partafeløgunum.
Johan Dahl sigur, at Vinnumálaráðið arbeiðir við at gera nakrar yvirskipaðar meginreglur um millum annað nevndirnar í øllum partafeløgum, har landið hevur avgerandi ávirkan, og sum Vinnumálaráðið varðar av.
Tá Vinnumálaráðið finnur fólk at manna nevndirnar í almennu partafeløgunum, verða upplýsingar fingnar til vegar um fólkini fyri at fáa skjalfest, um tey eru skikkað at fáa nevndarsessin.
Johan Dahl sigur eisini í svarinum til Høgna Hoydal, at sambært vinnufelaglógini er leiðslan í almennum partafeløgum hjá nevnd og stjórn. Landsstýrismaðurin kann bara gera sína ávirkan galdandi á aðalfundi. Hetta er meginreglan um armslongd. Men heldur ikki um hetta eru gjørdar skrivligar leiðreglur.
- Mannagongdir og siðvenja í Vinnumálaráðnum tryggja tó meginregluna, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður