- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frystilínuskipið Eivind komið
Frystilínuskipið Eivind komið
Frystilínuskipið Eivind hjá partafelagnum Fossá í Sandavági kom fyrrapartin á Miðvág, har tað fekk stórfingna móttøku
Mynd: www.jn.fo
01.03.2014 - 11:42
Fossá hevur hevur keypt skipið úr Noregi frá felagnum Frøyanes, sum hevur fingið stállínuskipið Venus í umbýti.
Varðin í Gøtu er nú partaeigari í Fossá, og tað er fyri at styrkja tað fíggjarliga grundarlagið undir felagnum, sigur Hálvdan Gudmundsen reiðari.
Reiðarin sigur, at um nøkur kvota verður eftir tá skipið er klárt at loysa, fer Eivind yvir á Flemich Cap. Nakrar smærri broytingar skulu gerast umborð.
Annars fer Eivind at fiska undir Føroyum, Íslandi og eisini at troyta tær djúpu leiðirnar.
Eivind er smíðaður á Solstrand skipasmiðjuni í Noregi í 1988, og er sostatt 11 ár yngri enn Venus.
Hetta skipið er harafturat fimm metrar longri og hálvan annan metur breiðari enn Venus, og motorarnir eru skiftir fyri kortum. Eivind lastar 270 tons. Venus lastaði 150 tons.
15 mans verða við Eivindi, sum kostar felagnum nakað omanfyri 20 milliónir krónur, tá klárt er at loysa.
Skipið hevur navn eftir Eivindi Gudmundsen, sum andaðist í fjørsummar. Hann var ein av undangongumonnunum, tá stállínuskipini komu til landið seinast í fimti og fyrst í sekstiarunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV