Taka nú støðu til aling á Sandsvág

Taka nú støðu til aling á Sandsvág
Johan Dahl, landsstýrismaður, sigvur, at Vinnumálaráðið fer nú at viðgera spurningin um aliloyvi í Sandoyar sýslu
 
28.02.2014 - 10:10

Um ein mánað, síðst í mars, verður støða tikin til aling á Sandsvág og aðra staðni í Sandoyar sýslu.

Tað segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í løgtinginum mikudagin.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, spurdi, hvussu verður við loyvum at ala eitt nú á Sandsvág. Hann vísti á stóra tørvin á arbeiðsplássum í Sandoynni. Fyri júst tveimum árum síðani søkti Poul Hansen, advokatur, um aliloyvi á millum annað Sandsvág. Hann søkti fyri feløgini Kimbil og Bacalao.

Men Vinnumálaráðið er ikki til reiðar enn at svara umsóknum um aliloyvi á Sandsvág. Men síðst í mars skal støða takast til alingina á Sandsvág, segði Johan Dahl í løgtinginum mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981