- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann ikki krevja sýslumann at víga samkynd
Fútin ivast stórliga í, um hann kann geva einum sýslumanni tænastuboð um at víga fólk av sama kyni, tá sýslumaðurin av átrúnaðarligum ella prinsipiellum orsøkum ikki vil víga fólk av sama kyni.
Tað sigur John Kølbæk, fúti, í svari til Rættarnevndina hjá løgtinginum.
Rættarnevndin viðger uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd. Rættarnevndin vildi hava at vita, um til ber at revsa myndugleikar, sum nokta at víga fólk av sama kyni. Nevndin spurdi eisini, um til ber at geva sýslumonnum, sum nokta, tænastuboð um at víga fólk av sama kyni.
Eingin heimild at revsa
Sambært fútanum er eingin heimild at revsa fyri agabrot í galdandi hjúnabandslóg og heldur ikki sambært grein 266 b í revsilógini.
John Kølbæk sigur, at vil ein sýslumaður ikki víga tvey fólk av sama kyni, kann hann biðja onkran annan gera tað, til dømis ein politist. Sama møguleika hava borgarstjórar, sum kunnu fáa onkran annan í kommunustýrinum ella eitt embætisfólk at standa fyri vígsluni, um borgarstjórin av religiøsum ella prinsipellum orsøkum ikki vil víga fólk av sama kyni.