- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri eru arbeiðsleys
Alsamt færri fólk eru arbeiðsleys.
Síðani februar mánað í fjør er arbeiðsloysið minkað úr 4,7 prosentum niður í 4,1 prosent. Tað merkir, at hetta síðsta árið er arbeiðsloysið minkað við 195 fulltíðarstørvum.
Tað vísa nýggastu tølini hjá Hagstovuni.
Fleiri kvinnur enn menn
Eisini vísa tølini, at arbeiðsloysið millum kvinnur hevur verið størri enn hjá monnum hetta síðsta árið. Í miðal vórðu 133 fleiri kvinnur enn menn fulltíðararbeiðsleysar.
Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið er í Sandoyar sýslu, har 8,3 prosent av fólkinum einki arbeiði hava. Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoyar sýslu, har 3,5 prosent eru arbeiðsleys í løtuni.
Samanumtikið er arbeiðsloysið størst í aldursbólkunum 25-34 ár og 55-66 ár. Minst er arbeiðsloysið í aldursbólkinum 45-54 ár.