- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Petroleum skjýtur seismikk í Barentshavinum
Faroe Petroleum er saman við fleiri oljufeløgum við í eini granskingarverkætlan í landsynningspartinum av Barentshavinum. Norski oljurisin Statoil hevur seinastu tíðina staðið á odda fyri oljuleitingini í Barentshavinum, og tað er eisini Statoil, sum stendur fyri hesi granskingarverkætlanini.
Málið er í felag at gera seismiskar 3D-kanningar í Barentshavinum. 17 oljufyritøkur vóru upprunaliga við í verkætlanini, sum norska oljumálaráðið hevur tikið stig til, men í januar teknaðu 16 oljufyritøkur, teirra millum Faroe Petroleum, seg til verkætlanina. Seismisku 3D-kanningarnar skulu vera liður í einum nýggjum útbjóðingarumfari hjá norska oljumálaráðnum, skrivar shippingwatch.co, við Statoil sum keldu.
Hava trý leitiloyvi í Barentshavinum
Faroe Petroleum hevur trý leitiloyvi í Barentshavinum, sum verður mett sum eitt slag av Klondyke í ævigu leitingini eftir olju.
Sambært Nilsi Sørensen, stjóra í Faroe Petroleum, er rættiliga vanligt, at oljufyritøkur taka seg saman at gera seismiskar kanningar í sambandi við nýggj útbjóðingarumfør. Hetta verður sum oftast gjørt fyri spara øgiligu útreiðslurnar, sum vanliga eru knýttar at oljuleiting.
Ætlanin er at byrja at skjóta 3D-seismikk í apríl.