- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin grein 25 nevnd
Eingin grein 25 nevnd
Eingin grein 25 nevnd verður sett at viðgera uppskotini frá Tjóðveldi um broytingar í stýrisskipanarlógini, og uppskotini fara tí í rættarnevndina.

Eingin grein 25 nevnd verður sett at viðgera uppskotini frá Tjóðveldi um broytingar í stýrisskipanarlógini.
18.02.2014 - 12:11
Poul Michelsen í Framsókn bað annars um, at uppskotini vórðu beind í eina grein 25 nevnd, tí so fáa allir flokkar høvi at viðgera málini. Men tá atkvøtt varð í tinginum fyrrapartin, vóru bert 13 atkvøður fyri. 18 atkvøddu ímóti.
Sostatt fara uppskotini til viðgerðar í rættarnevndini, men har eru smáu flokkarnir - Miðflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin - ikki umboðaðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV