- Tíðindi, mentan og ítróttur
33 mál á skránni
Hópin av lógaruppskotum, broytingum og ríkislógartilmælum fara komandi dagarnar at rapa inn gjøgnum brævsprekkuna í løgtinginum.
Løgtingið hevur higartil í ár havt fá mál at viðgera í tingsalinum, men komandi vikurnar verða heilt givið øðrvísi.
Ein ábending um, hvørji politisku bardagarnir vera og hvat teir verða um, fekst aftaná landsstýrisfundin í gjár.
Lønir og samsýningar
Fundurin var langur, tí 33 ymisk politisk mál vóru á skránni. Øll málini enda ikki í løgtinginum, men fleiri.
Lønir og samsýningar hjá landsstýrisfólkum er eitt av mongu málunum. Uppskotið er ikki lagt fyri løgtingið enn og tískil hava vit heldur ikki sæð tað enn, men sum skilst fer landsstýri at skjóta upp at broyta lønarviðurskiftini eins og ein arbeiðsbólkur mælti til gamlaárskvøld 2012.
Útvarpið kundi í gjár vísa á, at landsstýrisfólk í fjør fingu 865.899 kr. í skattafríum kostnaðarendurgjaldi.
Fylgir uppskotið tilmælinum frá arbeiðsbólkinum, verður kostnaðarendurgjaldið strikað og landsstýrisfólk fáa ístaðin ein bil og lønarhækkan.
Loyvisgjaldið til alifyritøkur
Nógv umrødda loyvisgjaldið, sum alifyritøkur eftir ætlan skulu rinda fyri framíhjárættin til firðirnar, var eisini fyri á landsstýrisfundi. Landsstýrið væntar at fáa eina munandi milliónainntøku av loyvisgjaldinum.
Ætlanin at langtíðarleiða eitt nýtt privat havrannsóknarskip, avlurtingarpakkin, privatiseringin av Ferðaráðnum og nýggja etiska ráðið vóru eisini umrødd á landsstýrisfundinum.
Flestu omanfyrinevndu málini verða komandi dagarnar løgd fyri løgtingið.
Seinasta freistin er leggja mál fyri tingið í hesari tingsetu, er 8. mars