2,6 mió. kr. í koyripengum

2,6 mió. kr. í koyripengum
Føroyskir politikarar fáa í miðal 10 ferðir so nógv í koyripengum sum vanlig fólk
 
18.02.2014 - 08:14

Føroyskir politikarar býttu 2,6 milliónir krónur í skattafríum koyripengum millum sín í fjør. 

Landsstýrisfólk fingu mest. Johan Dahl, Karsten Hansen og Bjørn Kalsø fingu 164.195 krónur hvør í fjør, og Jørgen Niclasen fekk 142.778 krónur. Fyrrverandi landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard fekk einans 66.431 krónur í kóyripengum í fjør. Men hann var eisini koyrdur. Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen máttu klára seg uttan koyripengar. Tey búgva í Havn og hava ikki rætt til koyripengar.

Karsten Hansen, Bjørn Kalsø og Johan Dahl, sum býr í Fámijen, hava longst til arbeiðis og fingu tí mest.

10 ferðir so nógv

Føroyskir politikarar fáa harvið í miðal 10 ferðir so nógv í koyripengum sum vanlig fólk. Teir politikarar, sum fingu mest í 2013, fingu meira enn 20 ferðir so nógv sum vanlig fólk.

Taks flutti fyrr í mánaðinum 1066 føroyingum samanlagt 7 milliónir krónur í koyripengum. Tað er 6.500 krónur í miðal til hvønn.

Tvær skipanir

Tað eru tvær koyripenga-skipanir fyri politikarar. Tað er neviliga soleiðis, at landsstýrisfólk hava eina koyripenga-skipan og løgtingsfólk eina.

Løgtingslimirnir fingu, sambært einum innliti hjá Kringvarpinum, 1,7 milliónir krónur at deila í koyripengum í 2013. 11 tinglimir búgva at síggja til í Havn, Hoyvík, á Hvítanesi ella aðrastaðni í Suðurstreymoy og fáa tí sambært reglunum ikki koyripengar. Tað vil siga at 22 tinglimir deila 1,7 milliónir krónr í koyripengum.

Eingin ætlan er at broyta skipanina hjá teimum fólkavaldu í løgtinginum. Men ein ætlan er at broyta sera lukrativu treytirnar hjá landsstýrisfólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 19. februar
Skratsj 19. februar 2025
188017
Mikudag 19. februar
RagnarRokk. Chris Harms um 1980
188003
Mikudag 19. februar
Góðan morgun Føroyar
187986
Mikudag 19. februar
Morgunlestur mikudagur 19.februar 2025
186672
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825