- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partabrøvini í AA hækkaðu nógv
Partabrøvini í AA hækkaðu nógv
Eftir at tað frættist at landið ætlar at keypa einskilda triðingin, hækkaðu partabrøvini næstan 44 prosent
11.02.2014 - 09:54
Tíðindini um, at Atlantic Airways ætlar at keypa privatu partabrøvini í felagnum fyri kursin 210, setti rættiliga gongd á handilin við partabrøvum í føroyska flogfelagnum.
Eftir fráboðanina stutt eftir døgurða í gjár hækkaði kursurin á partabrævinum góð 43,6 prosent í Keypmannahavn.
Kursurin fór heilt upp í 209,5 seinnapartin í gjár.
Áðrenn nevndin í Atlantic Airways kunngjørdi sína ætlan, var kursurin á partabrævinum 144.
Í einum handli seinnapartin í gjár skiftu 1000 partabrøv eigara fyri kursin 205.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV