Ligið í fimm ár: Nú skal trolarin Ros úr Føroyum

Ligið í fimm ár: Nú skal trolarin Ros úr Føroyum
Russiski trolarin, Ros, sum føroysku myndugleikarnir í juli 2008 løgdu hald á fyri ólógliga fiskiveiðu, liggur framvegis við kaj í Kollafirði
Russiski trolarin, Ros, sum hevur ligið á Kollafirði síðan 2008, skal nú fáast úr Føroyum, sigur John Kølbæk, fúti
Mynd: KvF

27.01.2014 - 14:45

Reiðaríið, sum átti Ros, er farið á húsagang. John Kølbæk, fúti, sigur, at ákæruvaldið, sum nú hevur ábyrdina av skipinum, roynir at sleppa av við skipið.

Millum annað hevur verið roynt at fáa fatur á russsiska bankanum, sum hevur veðhald í skipinum, og roynt hevur eisini verið at fáa samband við bústjóran.

Hetta er tó heldur ikki eydnast - møguliga tí trotabúgvið er uppgjørt. Ros varð saman við einum øðrum skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum á sumri 2008.

Kostar fútanum hundraðtalstúsund krónur

Finn Ougaard segði við útvarpið í 2010, at russiski trolarin Ros kostar slakar 10.000 krónur hvønn mánað, trolarin liggur við bryggju í Kollafirði.

Sostatt hevur russiski trolarin kostað fútanum hesi skjótt átta árini, hann hevur ligið við kaj í Kollafirði, fleiri hundraðtúsund krónur.

John Kølbæk, fúti, sigur, at samband hevur verið við russisk embætisfólk, men har var eingin hjálp at fáa. Tí verða aðrir møguleikar nú kannaðir, so skipið kann fáast úr Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896