Granskingarverkætlan: Hvussu ljóðar norðlýsið?

Granskingarverkætlan: Hvussu ljóðar norðlýsið?
Í fleiri hundrað ár hava fólk tvíhildið um, at ljóð kemur frá norðlýsinum. Nú fara granskarar at royna at fáa greiðu á, hvussu norðlýsið ljóðar
Hevur tú hoyrt, hvussu norðlýsið ljóðar, tá tú hevur sæð tæð í Føroyum? Granskarar í Noregi fara nú at royna at fáa greiðu á, hvussu norðlýsið ljóðar
Mynd: Jónheðin Tróndheim  
 
27.01.2014 - 09:58

Tú hevur helst sæð tað, tá veðurviðurskiftini hava talað fyri tí, men hevur tú eisini hoyrt, hvussu norðlýsið ljóðar? Mest sannlíkt hevur tú ikki.

Tí fara granskarar í Tromsø nú at royna at fáa greiðu á, hvussu norðlýsið ljóðar, tá tað sæst á himmalhválvinum á vetrartíð, skrivar nrk.no

– Jeg er veldig fascinert av alle mytene om nordlyset, spesielt i den samiske kulturen. Det var mange fra de eldre generasjonene som mener de har hørt nordlyset lage lyd.

Tað sigur Unni Pia Løvhaug, professari við lærda háskúlan í Tromsø, sum verður við í granskaratoyminum, sum skal royna at fáa norðlýsið á band við ljóði.

Hava áður roynt at "hoyra" norðlýsið

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at granskarar royna at fáa greiðu á, hvussu norðlýsið ljóðar, sum fólk hava tvíhildið um í fleiri hundrað ár.

Seint í 1800-talinum royndi danski granskarin Sophus Tromholt at fáa greiðu á, hvussu norðlýsið ljóðar, men uttan at hann fekk prógvað, hvussu tað ljóðar.

– Han kom fram til at det vil være helt umulig å høre nordlyset, fordi luften i 120 kilometers høyde er for tynn til at lydbølgene kan bre seg, sigur Unni Pia Løvhaug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946