Makrelsamráðingarnar niðurlagdar

Makrelsamráðingarnar niðurlagdar
Strandarlandasamráðingarnar verða tiknar upp aftur 28. januar í Bergen
Norra og ES eru ósamd um, hvussu stóran part av heildarkvotuni Ísland og Føroyar skulu hava
 
24.01.2014 - 13:05

Strandarlandasamráðingar hava verið í London 15. - 17. januar og hava hildið fram seinastu dagarnar. Fiskeribladet Fiskaren skrivaði í síðstu viku, at norska stjórnin er ikki sinnað at geva íslendingum og føroyingum meira enn millum átta og tíggju prosent av kvotuni.

Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommiserur, hevur fyrr skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av kvotuni. Norra og Danmark vóru harðliga ímóti tilboðnum.

Umboð fyri uppsjóvarvinnuna har søgdu tá, at ES og Norra hava verið samd um eina kós, men Damanaki darvaði samráðingunum, nú hon av sínum eingtingum bjóðaði føroyingum størri part av makrelkvotuni, uttan at tosa við Norra fyrst.

Norra og ES ósamd

Føroyar vrakaðu tilboðið, tí tað var ov langt burtur frá teimum 15 prosentunum, sum føroyingar krevja. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur kortini fyrr sagt, at líkindini fyri semju eru góð, tí partarnar flyta seg nærri hvør øðrum.

ES og Ísland eru samd um lutin hjá Íslandi í heildarkvotuni næsta ár. Men Norra og ES, sum annars hava verið viðspælarar undir samráðingunum, eru ikki samd um, hvussu stóran part av heildarkvotuni Ísland og Føroyar skulu hava.

Norra fer heldur ikki at taka undir við størri kvotu til Ísland og Føroyar, um tað ikki er greitt, hvussu nógv ár, avtalan varar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981