- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan í Føroyum umskipar leiðsluna
Broytingar verða nú gjørdar í politileiðsluni fyri alt Kongaríkið, og tað merkist eisini í Føroyum og í Grønlandi.
Í Føroyum hava fýra leiðarar fingið boð um, at teir kunnu fara aftur í starv sum málviðgerar og serfrøðingar ella verða pensjóneraðir.
Tað upplýsir Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur.
Bergleif Brimvík gevst
Ein av hesum leiðarum er Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sum hevði seinasta arbeiðsdag í dag. Hann avspákar til hann, tann 31. mars, gevst at arbeiða innan løgregluna og verður pensjóneraður.
Næsta fríggjadag verður kunngjørt, hvør tekur við leiðsluni á Kriminaldeildini 1. apríl. Men til ta tíð røkja Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, og Hildur Hentze, varapolitiinspektørur, uppgávurnar hjá leiðaranum á Kriminaldeildini.
Løgreglufólk kunnu verða pensjónerað tá tey eru fylt 63 ár, men tey kunnu eisini halda fram í starvinum, um tey heldur vilja tað.