- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út at áseta fátækramark
Um einar tvær vikur fær landsstýrið tilmæli um føroyskt fátækramark. Hetta sigur Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum við heimasíðuna in.fo.
Hann er skrivari í bólkinum, sum landsstýriskvinnan, Annika Olsen, setti at arbeiða við at gera uppskot um, hvar markið skal ganga millum at vera fátæk og ikki-fátæk í Føroyum.
Nevndin skuldi koma við sínum tilmæli 1. apríl í fjør, men tá var hon als ikki liðug at kanna øll viðurskifti, sum skulu kannast, fyri at kunna áseta eitt fástækramark. Talan er um eitt rúgvusmikið og trupult arbeiði, og danska nevndin, sum kom við sínum tilmæli í fjør, mátti eisini fáa longri tíð til arbeiðið, enn hon hevði fingið av fyrstan tíð.
Rímilig og virðiligt lív
Í Danmark kom nevndin til, at fólk eru fátæk, tá tey í trý ár á rað hava livað fyri minni enn 103.200 krónur um árið eftir skatt, og hetta er so danska uppskotið um fátækramark.
Av tí at føroyska nevndin nú er í ferð við at leggja seinastu hond á arbeiðið, er tað avmarkað, hvat Heri Petersen fær sagt. Men hann sigur tó við in.fo, at nógv kjak hevur verið í nevndini, tí mong og ymisk sjónarmið eru um, hvat eitt slíkt mark skal grundast á.
Skal tað byggja á, hvat eitt húski í minsta lagi skal hava fyri at klára seg, ella skal tað byggja á, hvat skal til fyri at liva eitt rímiligt og virðiligt lív, og skulu børnini hava rætt til telduspøl, og húski rætt til uttanlandsferðir og so framvegis.
Eisini er stórur munur á fíggjarliga grundvøllinum millum fólk í Havn og á bygd, og Heri Petersen spyr í hesum sambandi á heimasíðuni in.fo, um húski á bygd við lágari inntøku og bíligum húsum, eru fátækari, enn eitt húski í Havn við góðari inntøku, men einum risastórum húsaláni.
Meiningarnar eru ymiskar, og Heri Petersen, skrivari, dugir ikki at siga, um tað eydnast nevndini at hava eina felagsstøðu, ella um talan verður um ein meirluta og ein minniluta.