Støddfrøði, alis- og evnafrøði sum eftirútbúgving

Støddfrøði, alis- og evnafrøði sum eftirútbúgving
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fer at bjóða út fleiri eftirútbúgving til lærarar
Ætlanin er eisini at bjóða útbúgving út til teirra, ið vilja arbeiða sum orðblindalærari í fólkaskúlanum
 
23.01.2014 - 11:13

Bjørn Kalsø sigur í samrøðu við Skúlablaðið í gjár, at eftirútbúgvingar eiga at bjóðast út við jøvnum millumbilum.

Men at tað er neyðugt at raðfesta, og tí stendur náttúruvísindarliga øki fyri tørni fyrst. Í fyrsta umfarið verður dentur lagdur á støddfrøði, alis- og evnafrøði og síðani kunningartøkni.

Og eftirútbúgvingar innan hesi øki verða bodnar út at byrja í heyst, sigur Bjørn Kalsø.

Útbúgva orðblindalærarar

Ætlanin er eisini at bjóða útbúgving út til teirra, ið vilja arbeiða sum orðblindalærari í fólkaskúlanum.

Fyri góðum trimum árum síðan tóku um 20 lærarar prógv sum orðblindalærari, og flestu teirra arbeiða aðrastaðni enn í fólkaskúlanum, tí teir vóru útbúnir til at undirvísa vaksnum, sum eru orðblind.

Útbúgvingin, sum nú fer av bakkastokki, fatar um alt økið, bæði fólka- og miðnámsskúla umframt vaksnamanaundirvísing, og hon byrjar í heyst, sigur Bjørn Kalsø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV