Jørgen Niclasen kærir til Fjølmiðlanevndina

Jørgen Niclasen kærir til Fjølmiðlanevndina
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at skuldsetingarnar eru so mikið grovar, at hann kennir seg noyddan at kæra Kringvarpið og Portal.fo
 
10.01.2014 - 07:51

Jørgen Niclansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kærir nú Kringvarpið og Portal.fo til Fjølmiðlanevndina fyri at bróta góðan fjølmiðlasið í viðgerðini av tollmálinum. 

Tað sigur Jørgen Niclasen við tíðindaportalin in.fo úr Turkalandi, har hann er staddur í ørindum fyri Fólkaflokkin. 

- Skuldsetingarnar eru so mikið grovar og ógvusligar, at eg kenni meg noyddan at kæra bæði Kringvarpið og Portal.fo til Fjølmiðlanevndina, sigur Jørgen Niclasen, og vísir til, at hann skal hava selt ótollaðar vørur í familjuhyritøkuni N. Niclasen fyrst í nítiárunum. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verjir seg við, at fútin longu hevur kannað málið, uttan at reisa nakra ákæru.

Einki ólógligt
 
Jørgen Niclasen tvíheldur um, at hann einki ólógligt hevur gjørt í tollmálinum. 
 
- Tú kanst siga, at eg eri so ”heppin”, at málið varð meldað, og fútin staðfesti seinni, at her var einki at koma eftir. Hvat meira skal eg gera, spyr Jørgen Niclasen í fartelefonini úr Turkalandi, har hann er staddur í ørindum fyri Fólkaflokkin.
 

- Her er talan um grova ærumeiðing. Eg noyðist at kæra hetta málið, sigur Jørgen Niclasen.

 
Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum verður kæran send Fjølmiðlanevndini í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981