Janus Rein ikki sloppin í Fíggjarnevndina enn

Janus Rein ikki sloppin í Fíggjarnevndina enn
Sum skilst verður bíðað eftir, hvønn flokk Gerhard lognberg fer uppí, so allar broytingar í nevndunum kunnu avgreiðast í senn
 
10.01.2014 - 07:59

Tá Janus Rein fór í Fólkaflokkin 12.september í fjør, frættist, at hann skuldi fáa annan sessin hjá Fólkaflokkinum í Fíggjarnevndini. Men fólkafloksmenninir í Fíggjarnevndini eita framvegis Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen.

Útvarpið skilir, at Jákup Mikkelsen skuldi fara úr Fíggjarnevndini, so Janus Rein kundi fáa hansara sess har. Men tað vilja hvørki Janus Rein ella Jákup Mikkelsen vátta.

Janus Rein er í Vinnunevndini, og Jákup Mikkelsen fer í Vinnunevndina, tá Janus Rein fer í Fíggjarnevndina. Eingin hevur enn biðið formansskapin í løgtinginum seta nevndarval á dagsskránna.

Bíða eftir Gerhardi

Sum skilst verður bíðað eftir, at Gerhard Lognberg ger av, hvønn flokk, hann fer í, so allar broytingarnar í nevndunum kunnu avgreiðast um eina leið. 

Tað ljóðar, at Gerhard Lognberg hevur hug á Sambandsflokkinum. Men hvørki formaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, ella Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, hava nakra viðmerking um tað.

Gerhard Lognberg hevur verið uttanflokka, síðani hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum tann 2.november í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981