Stovna felag til undirsjóvartunlar

bannari
Stovna felag til undirsjóvartunlar
15 milliónir kr. settar av í 2014
 
23.12.2013 - 09:06

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um at stovna eitt partafelag, sum skal byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoynna og Eysturoynna og Streymoynna og Sandoynna.

Uppskotið var til viðgerðar á landsstýrisfundi hósdagin. 15 milliónir krónur eru í fíggjarlógini fyri 2014 til nýggja partafelagið.

Hetta eru tær seks milliónirnar, sum annars vóru settar av til at fyrireika Skálafjarðartunnilin, fimm milliónir, sum vóru ætlaðar Sandoyartunlinum og so fýra milliónir afturat.

Samgongan og andstøðan hava havt nakrar fundir um tunlarnar nú í desember, men enn er ikki komið á mál, hóast ikki er langt eftir á mál.

Ætlanin er, at landið skal eiga meirilutan í nýggja partafelagnum, og privatir íleggjarar sleppa eisini at seta pengar í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981