Frágreiðing um SL komin

Frágreiðing um SL komin
Johan Dahl, landsstýrismaður, fer seinni í dag at kunna nærri um frágreiðingina
 
23.12.2013 - 10:13

Fríggjakvøldið fingu Johan Dahl og Vinnumálaráðið frágreiðingina frá grannskoðaranum hjá Strandfaraskipum Landsins um fíggjarligu støðuna hjá stovninum tann 30. november.

Landsstýrismaðurin og embætisfólkini hava síðan viðgjørt frágreiðingina.

Útvarpið hevur roynt at fingið innlit í frágreiðingina, men tað er ikki givið.

Jóhan Dahl sigur, at hann fer seinni í dag at greiða nærri frá frágreiðingini.

Frágreiðingin er um játtanina til Strandferðsluna.

Málið byrjar í oktober í fjør, tá tað var greitt, at ein sparing mátti gerast á Strandferðsluni upp á 5,78 milliónir krónur, um játtanin skal halda.

Sparingar vórðu ikki settar í verk, millum annað tí politisk undirtøka var ikki fyri átøkunum.

Avleiðingin er, at Strandferðslan fær eitt stórt hall aftur í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981