- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen var eisini umboðsmaður hjá Skipafelagnum
Jørgen Niclasen, núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, var umboð hjá Skipafelagnum, tá fyritøkan, sum hann var stjóri í, pf. N. Niclasen, innflutti og seldi vørur uttan at rinda toll.
Hetta váttaði Jørgen Niclasen í samrøðu við útvarpið í gjár.
- Jú, eg var agentur fyri Skipafelagið, segði landsstýrismaðurin, sum tó ikki vildi svara, hvussu fyritøkan, pf. N. Niclasen, har hann samstundis var stjóri, kundi fáa vørur útflýggjaðar uttan at rinda toll fyri vørurnar.
Alt, sum kom upp í Sørvági, tá Skipafelagið sigldi á Sørvág, varð avgreitt á deildini hjá Skipafelagnum, sum pf Niclasen umsat, og har Jørgen Niclasen var umboðsmaður.
600.000 kr.
Skjøl, sum portal.fo hevur fingið innlit í, og sum kunnu lesast á kringvarp.fo, vísa, at pf. N. Niclasen í Sørvági flutti inn - og seldi - vørur, sum fyritøkan ikki rindaði toll av fyri góðar 592.000 krónur.
Nógv tann størsti parturin av upphæddini, 493.000 krónur, stavar frá vørum, sum komu til Føroya við skipum hjá Skipafelagnum Føroyum. Hetta fór fram síðst í 80´unum og fyrst í 90´unum, tá Jørgen Niclasen sat á tingi fyri Fólkaflokkin.
Skipafelagið hevði avtalu við pf N. Niclasen um at hava goymslu og avgreiðslu í bygninginum hjá teimum, so Jørgen Niclasen var stjóri í sama húsi, samstundis sum han var umboð hjá Skipafelagnum, og hevði innfluttu vørurnar um hendur í hesum sama bygningi.
Løgreglan kannar
Málið er gamalt, og hevur eisini verið kannað av politinum, sum hevur avhoyrt fleiri fólk í málinum.
Tað var táverandi Toll- og Skattstova Føroya, sum meldaði málið til løgregluna 2. juli 1993. Góðar sjey mánaðir seinni, 7. februar 1994, sendi løgreglan málið aftur til Toll- og Skattstovuna, har fútin skrivar, at embætið væntar at frætta aftur frá føroysku myndugleikunum, og tá einki er at frætta, sigur politiið málið at vera lokið fyri teirra viðkomandi.
Á landsstýrisborði
Málið varð umrøtt á landsstýrisfundi í gjár, tá tað frættist, at portal.fo fór at almannakunngera søguna.Og áðrenn portalurin hevði lagt søguna út, ringdi advokaturin hjá fíggjarmálaráðharranum, Annfinn Vitalis Hansen, til journalsitin og royndi at forða honum í at almannakunngera tollsøguna.
Umsókn frá N. Niclasen um afturgjald og eftirgeving av skuld