- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis av Rana: Jørgen og Johan mugu reinsa seg
Bæði Jørgen Niclasen og Johan Dahl, landsstýrismenn, eru undir so grovum ákærum í løtuni, at teir hava eina skyldu at reinsa seg.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við portal.fo í kjalarvørrinum av skuldsetingunum um, at núverandi fíggjarmálaráðharrin framdi tollsvik, tá hann fyrst í 90´unum var stjóri í pf. N. Niclasen í Sørvági, og í kjalarvørrinum av, at Johan Dahl og Vinnumálaráðið góvu løgtinginum - tað er í hesum føri løgtingsins fíggjarnevnd - ófullfíggjaðar upplýsingar um, at landsstýrismaðurin hevði givið leiðsluni á Strandferðsluni múlaband um sparingar.
Ófrættakent
Jenis av Rana heldur tað eisini vera ófrættakent, at ein advokatur, Annfinn Vitalis Hansen, royndi at hótta Portalin í sambandi við greinina um Jørgen Niclasen og tollmálið, áðrenn greinin var kunngjørd.
- Eg kenni so lítið til málini, sum bæði eru nýggj. Men tá álvarsligar ákærur verða reistar móti fólki í so høgum embætum, hava tey skyldu at reinsa seg, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við portal.fo.