Strandferðslan: Frágreiðing kemur fríggjadagin

Strandferðslan: Frágreiðing kemur fríggjadagin
Johan Dahl, landsstýrismaður, vísir aftur, at hann hevur dult, hvør veruliga støðan var hjá Strandferðsluni
Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, er sjúkrameldaður í tríggjar vikur
 
18.12.2013 - 07:56

Fríggjadagin fáa Johan Dahl og Vinnumálaráðið eina frágreiðing frá grannskoðaranum hjá Strandfaraskipum landsins um fíggjarligu støðuna hjá stovninum tann 30.november.

Og í nátt vísti landsstýrismaðurin aftur í skrivi til løgtingið og Fíggjarnevndina, at hann hevur dult fyri løgtinginum, hvør veruliga støðan var hjá Strandferðsluni.

Johan Dahl sigur, at bæði løgtingið og Fíggjarnevndin fingu at vita, at Strandfaraskip landsins skuldu brúka 143,8 milliónir í ár og fekk 139 milliónir í fíggjarlógini. Tí noyddist stovnurin at spara í 2013.

Stjórin visti ikki av

Johan Dahl sigur eisini, at fíggjarleiðarin hjá Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, sendi sunnudagin limunum í Fíggjarnevndini teldubræv um fíggjarligu støðuna uttan at stjórin, Bogi Mortensen, visti av tí. Í brævinum skuldsetur fíggjarleiðarin Johan Dahl fyri at dylja upplýsingar fyri løgtinginum,

Bogi Mortensen er ikki til arbeiðis fyri sjúku í tríggjar vikur. Johan Dahl hevur sett Hans Jóhannes á Brúgv sum fyribils stjóra á Strandfaraskipum landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981