Makrelur: Ísland sigur ja - Føroyar nei

Makrelur: Ísland sigur ja - Føroyar nei
Strandarlondini hava fund afturn um makrelbýtið 15. januar, upplýsir Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur
 
18.12.2013 - 08:00

Ísland vísir ikki aftur uppskotinum hjá ES um makrelbýtið. Men Føroyar svaraðu nei. ES hevur givið Íslandi og Føroyum uppskot um knappliga 12 prosent í part av makrelkvotuni næsta ár.

Føroyar søgdu nei. Men tað gjørdi Ísland ikki, segði Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, á tíðindafundi í Brússel í gjár. Hon segði, at Ísland og Føroyar fingu eitt uppskot frá ES:

Maria Damanaki segði, at uppskotini, sum Ísland og Føroyar fingu frá ES, vóru góð. Ísland tekur undir við uppskotinum, segði hon. Men Føroyar tóku ikki undir við tí.

ES og Noreg sameind

ES hevur havt samband við Norra, sum sambært Damanaki er tann sameindi hjá ES í makrelstríðnum, um uppskotið, sum Ísland og Føroyar fingu. Norra hevur eisini uppskot um kvotubýti.

Uppskotini verða gjørd liðug fyri næsta fund hjá strandarlondunum um makrelin. Tann fundurin verður 15.januar.

Fæst ikki semja millum strandarlondini, fer ES í øllum førum at fiska makrelin burðardygt, segði Maria Damanaki á tíðindafundinum í Brússel í gjár.

Sum hon segði at enda, so er burðardyggur fiskiskapur hjá ES fortreytin fyri, at ES kann seta tiltøk í verk móti teimum, sum ikki fiska burðardygt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981