- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin er samtykt
Fíggjarlógin fyri 2014 varð samtykt í Løgtinginum við 23 atkvøðum fyri og trimum ímóti. Sjey atkvøður vóru blankar. Andstøðan hevði 18 broytingaruppskot, men einki av teimum varð samtykt.
Andstøðan skeyt millum annað upp at geva Strandferðsluni størri játtan, so skipini kunnu sigla allar dagarnar á árinum. Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, segði á tingsins røðarapalli, at hann fór at atkvøða fyri uppskotinum, hóast samgongan vanliga ikki tekur undir við uppskotunum hjá samgonguni. Tað uppskotið fall.
15 atkvøður vóru fyri, og 18 atkvøður vóru ímóti. Hallið á fíggjarlógini næsta ár verður 219 milliónir krónur. Tingfundur verður aftur tann 7. januar.