Vilja hava nýggja lóg um eykaskatt á vinnuna

Vilja hava nýggja lóg um eykaskatt á vinnuna
Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at Jørgen Niclasen skal koma við broytingaruppskoti í seinasta lagi í februar
 
17.12.2013 - 10:08

Í seinasta lagi í februar skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum koma við uppskoti um at broyta eina lóg, sum løgtingið fer at samtykkja seinni í vikuni.

Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongumenninir, er ikki fegin um at leggja eykaskatt á alivinnuna og fiskivinnuna, sum hava meira enn milliónina í vinningi. Landsstýrið vil hava eykaskattin, sum er 2,5 prosent, upp í sjey prosent næsta ár.

Fastar karmar

Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at vinnan eigur at fáa fastar karmar at virka undir.

Umboð fyri alivinnuna hevur saman við embætisfólki hjá landsstýrinum arbeitt við at fáa eina varandi skipan fyri skatt og loyvisgjøld hjá alivinnuni. Ein semja er komin undir land. Samgongufelagarnir hjá Jørgen Niclasen halda, at landsstýrismaðurin skjótast tilber og í seinasta lagi í februar 2014 eigur at leggja eitt boytingaruppskot fyri løgtingið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172