Viðgera framvegis tunnilsmálið

Viðgera framvegis tunnilsmálið
Fundurin, sum skuldi vera í gjár, varð av ongum, tí tingið viðgjørdi fíggjarlógina
 
17.12.2013 - 09:54

Fundurin millum samgonguna og andstøðuna um ein leist fyri Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin varð av ongum í gjár. Tunnilsbólkurin og floksformenninir vóru á fundi í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin, og tá var ætlanin at hava ein fund afturat í gjár.

Hesin fundurin varð av ongum, helst tí løgtingið hevði aðru viðgerð av fíggjarlógarviðgerðini allan dagin í gjár.

Nær fundur verður aftur um tunnilsmálið er ikki greitt.  

Líkist uppskotinum frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum

Í  farnu viku kom kortini fram, at tað, sum samgongan og andstøðan samráðast um, í stóran mun byggir á tunnilsuppskotið, sum Tjóðveldi legði fyri løgtingið fyrr í ár. Tað segði Kristina Háfoss, løgtingskvinna,  á tingsins røðarapalli í sambandi við eitt annað mál.

Men tað, sum Kristina Háfoss, helst sipar til, er uppskotið, sum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum løgdu fram.

Onnur tingfólk hava váttað fyri útvarpinum, at tunnilsleisturin, sum samgongan og andstøðan arbeiða við, líkist hesum uppskotinum .

Uppskotið heimilaði landsstýrismanninum at stovna eitt nýtt partafelag við 10 milliónum í partapeningi at byggja, reka og  fíggja Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Sambært uppskotinum setur landið tilsamans 260 milliónir krónur í partafelagið í eitt níggju ára skeið.

Løgtingið samtykti gjárkvøldið  at játta 15 milliónir krónur á fíggjarlógini til Skálafjarðartunnilin næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981