- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rentustuðulin minkar ikki
Landsstýrið slapp ikki at lækka rentustuðulin. Tað vildu hvørki samgongan ella andstøðan í tinginum loyva landsstýrinum.
Einasta broyting, sum løgtingið góðtók, er tann, at hámarkið fyri, hvussu nógvur rentur geva rentustuðul, verður lækkað.Løgtingið feldi í gjár uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um minni rentustuðul.
Samd nevnd
26 atkvøddu fyri broytingaruppskotinum hjá samdari Fíggjarnevnd um ikki at minka rentustuðulin. Og soleiðis broytt varð uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum samtykt við 28 atkvøðum.
Eitt uppskot hjá Poul Michelsen í Framsókn um at beina málið aftur í Fíggjarnevndina fall.
Sambært tí, sum løgtingið samtykti í gjár, lækkar hámarkið 10.000 kr., niður í 120.000 kr. næsta ár, og síðani niður í 115.000 kr. í 2015, í 110.000 kr. í 2016 og 105.000 kr. í 2017. Hámarkið endar á 100.000 kr. í 2018.
Stuðulin minkar
Rentustuðlin minkar kortini næsta ár. Tí sambært galdandi lóg fer hann niður í 35 prosent. Men so minkar hann ikki meira.Í ár er rentustuðulin 36 prosent.
Landsstýrið vildi hava rentustuðulin niður í 34,5 prosent næsta ár, og so skuldi hann minka so líðandi niður í 30 prosent í 2018.