ES-fiskimálaráðharrar viðgera makreltilboðið

ES-fiskimálaráðharrar viðgera makreltilboðið
Maria Damanaki, fiskivinnukomisserur, fer væntandi at kunna um støðuna, nú Føroyar hava havnað tilboðnum
 
17.12.2013 - 11:49

Makreltilboðið, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vrakaði í sunnukvøldið, verður væntandi umrøtt á fundi í ES-fiskivinnuráðnum í Brússel í dag.

Makrelsamráðingarnar eru ikki eitt punkt á skránni, men føroyska sendistovan í Brússel frættir, at fiskivinnukommisserurin, Maria Damanaki, er biðin um at kunna um støðuna í sambandi við eitt uppskot um TAC, sum er mest loyvda veiða, og kvotur fyri 2014, ið er eitt høvuðsmál á skránni.

Bert fyribilstøl

ES-fiskivinnuráðið kann bert áseta fyribilstøl fyri teir fiskistovnar, sum ES hevur felags við onnur lond, tí eingin avtala er um TAC ella býti. Fundurin millum fiskimálaráðharrarnar úr ES-limalondunum byrjaði seinnapartin í gjár, og helt fram fyrrapartin í dag.

Fundurin í dag er ikki almennur, men vanligt er, at ES-kommisserurin - í hesum førum Maria Damanaki - hevur tíðindafund aftaná. Enn er ikki greitt, nær tíðindafundurin verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981