- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenningurin sleppur kanska at fylgja við
Tað er ikki óhugsandi, at almenningurin sleppur at lýða á, tá Annfinn V. Hansen, kanningarstjóri, fer at spyrja eitt nú Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann í innlendismálum, um teirra leiklut í málinum um Skálafjarðartunnilin.
Tað sigur Annfinn V. Hansen við Norðlýsið.
Tað var í síðstu viku, at Kári á Rógvi, doktari í lóg, mælti kanningarstjóranum til at stroyma beinleiðis um internetið, so øll kunnu fylgja við.
Ongar reglur
Annfinn V. Hansen sigur við útvarpið í dag, at sum hann skilir eru í útgangsstøðinum ongar reglur fyri, hvussu hoyringarnar skulu fara fram. Tað merkir, at kanningarstjórin kann sjálvur gera av, um almenningurin skal fáa høvið at fylgja við, tá partarnir í málinum verða hoyrdir.
Men Annfinn V. Hansen hevur enn ikki tikið støðu til, hvussu hoyringarnar vera.