- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarnevndin bremsar løgmanni
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ætlar at styrkja handilsviðurskiftini við Russland. Hann var á fundi í bæði Russlandi og Kasakstan í november í royndini at tryggja føroyskum útflytarum so góðar treytir sum tilber.
Tørvurin á góðum handilsviðurskiftum í londunum eystanfyri hevur sjáldan verið størri. Handilsbannið sum ES setti í verk í summar hevur uttan iva við sær, at útflutningurin til Russlands í ár verður metstórur. Tað eru serliga føroyskur uppisjóvarfiskur og laskur, sum hava stóran áhuga eystanfyri.
Løgmaður boðaði tá frá, at Løgmansskrivstovan fer at seta eina sendistovu á stovn í Moskva. Málið verður nú fyrireikað, og tað manglar ein játtan á fíggjarlógini til at seta sendistovuna á stovn. Tað fer at kosta útivið 3,3 milliónir krónur.
Fíggjarnevndin bremsar ætlanunum
Men fíggjarnevndin mælir í sínum áliti til fíggjarlóg til at steðga á við teimum ætlanunum.
Fíggjarnevndin tekur undir við ætlanini at seta eina sendistovu á stovn í Russlandi, men tey halda, at tað hevði verið best í fyrstu atløgu at fingið eina frágreiðing um, hvussu mest fæst burturúr teimum sendistovunum, Føroyar hava nú.
Fíggjarnevndin heldur, at løgmaður skal fara í Løgtingið við einari uttanríkispolitiskari frágreiðing, sum eisini viðger virksemi hjá sendistovu Føroya, áðrenn ein føroysk sendistova verður reist í Moskva.
Løgtingið fer mánadagin at viðgera álitið hjá Fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2014. Eftir ta viðgerðina verður atkvøtt um broytingaruppskotini og um lógaruppskotið sum heild.