Damanaki fær svarið í dag ella í morgin

Damanaki fær svarið í dag ella í morgin
Tað verður í dag ella í morgin, at Jacob Vestergaard svarar Mariu Damanaki, um Føroyar taka av tilboðnum ella ikki
 
14.12.2013 - 10:44

Føroyska samráðingartoymið hevur viðgjørt uppskotið seinastu dagarnar, og eitt skriv verður nú spakuliga orðað.

Jacob Vestergaard sigur við útvarpið fyrrapartin, at svarið verður sent í dag ella í morgin. Maria Damanaki segði á tíðindafundinum í Tinganesi hósdagin, at hetta tilboðið er munandi betri enn tey tilboðini, sum føroyingar fyrr hava fingið.

Hvørki Jacob Vestergaard ella Maria Damanaki vildu tá siga, hvat tilboðið er. Og landsstýrismaðurin er enn tættur sum tunnan.

Hann vil ikki siga, um tummilin vendur upp ella niður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981