- Tíðindi, mentan og ítróttur
1,2 millión afturat til politisku flokkarnar
Fíggjarnevndin heldur, at stuðulsjáttanin til flokkarnar skal økjast við 1,2 millión krónum, so játtanin verður 3,6 milliónir krónur næsta ár.
Fíggjarnevndin sigur í álitinum til fíggjarlógina, at henda játtanin er minkað munandi seinastu árini. Úrslitið er, at politisku flokkarnir hava lítlan møguleika at stuðla nýggjum valevnum, sum stilla upp.
Fíggjarnevndin heldur, at tað er vorðin ein fíggjarligur spurningur, hvørt valevni klára at bjóða seg fram í valstríði, og politisku flokkarnir hava heldur ikki ráð at keypa sær ráðgeving.
- Játtanin til økið verður uppraðfest fyri at styrkja fólkaræðið og møguleikan hjá øllum at stilla upp, uttan mun til fíggjarlig kor, sigur Fíggjarnevndin.
Tær 3,6 milliónir krónurnar verða býttar millum flokkarnar eftir atkvøðunum á løgtingsvalinum seinast.