VÍF og VB skulu spæla umaftur

VÍF og VB skulu spæla umaftur
VB hevur fingið viðhald í kæru um hondbóltsdyst sum tær taptu fyri VÍF. Nú skal dysturin spælast av nýggjum
 
21.11.2013 - 12:06

Tann 27.oktober vunnu kvinnurnar hjá VÍF 37-28 á VB í Vestmanna, men nú skal dysturin spælast umaftur, tí VB hevur fingið viðhald í kæru.

VB kærdi dagin eftir dystin, og vísti á, at fleiri brot vóru á hondbóltsreglurnar:

 

1. At dómaraborðið sum VÍF hevur sett ikki kannar dómaraseðilin og útskiftingarumráðið

 

2. At dómaraborðið gevur VB loyvi at skriva Leilu Jespersen á dómaraseðilin, hóast hetta ikki er loyvt sambært reglugerðini

 

3. At Leila Jespersen verður sektað við tveimum minuttum fyri ikki at standa á dómaraseðlinum

 

4. At Gurið Mortensen, leikandi venjari hjá VB, verður strikað av dómaraseðlinum í samband við, at Leila Jesepersen verður skrivað á hann, og ikki fær loyvi frá dómaraborðinum at koma aftur á dómaraseðilin, tí at dómaraborðið boðar frá, at tað er ov seint, men er í staðin á útskiftingarbonkinum hjá VB allan dystin. 

 

5. At VÍF sum er fyriskipari av dystinum, hevur nýtt ein gamlan dómaraseðil, har pláss bert er fyri fjúrtan leikarum. VB kærir harumframt, at dómaraborðið ongantíð undir dystinum ger vart við, at skeivur dómaraseðil til fjúrtan leikarar er nýttur

 

VÍF er eisini hoyrt í málinum, og er av teirri fatan, at VB hevur ein stóran part av ábyrgdini fyri, at teir feilir, sum eru hendir í dystinum, eru hendir. Har afturat er VÍF av teirri fatan, at teir feilir sum eru hendir, einans hava verið til fyrimuns fyri VB.

 

Aganevndin hevur gjørt úrskurð í málinum, og vísir millum annað á, at allir partar (dómaraborð, VÍF, VB og dómarar) eiga sín leiklut í, at hesir feilir eru gjørdir. Men tað er VÍF sum heimalið sum fær høvuðsábyrgdina av mistøkunum, tí felagið hevur heimavøll og tí ábyrgd av tíðtakara og skrivara í dystinum.

 

Aganevndin hevur tí gjørt av, at nýggjur dystur skal spælast millum VÍF og VB í Vestmanna skjótast til ber.

 

Allur úrskurðurin í málinum kann lesast her: http://www.hsf.fo/wp-content/uploads/2013/11/4934_001.pdf

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835