Meira krimi frá Jógvan Isaksen

Meira krimi frá Jógvan Isaksen
Jógvan Isaksen er klárur við nýggjari krimisøgu um Williami Hammer, ið skal loysa gátuna nøkur dráp, sum verða sett ísamband við skriftstøð
 
12.11.2013 - 15:38

"Ruskposin var ein av teimum vanligu gráu, og tað var bundið um kjaftin. Í hesum var einki løgið. Tann grøni teksturin á posanum og búmerkið hjá kommununi var eisini, sum tað plagdi. Tað óvanliga var tann dimmholdaði fóturin við reyðum lakki á neglunum, sum stakk út úr posanum. Ruskposin lá í vørurúminum á einum hvítum arbeiðsbili, sum lagghallur stóð mitt í draslinum uppi á brennistøðini á Hjalla."

Jógvan Isaksen er klárur við einari nýggjari krimisøgu um leiðaran fyri skansadeildini William Hammer. 

Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109