- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skálafjarðartunnilin avgreiðast í dag
Seinni í dag kemur landsstýrismálanevndin væntandi við einari niðurstøðu í málinum um handfaringina av Eysturoyartunnlinum.
Landsstýrismálanevndin kannar, um Kári. P. Højgaard hevur framt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tá hann svaraði fyrispurningi frá Høgna Hoydal og Aksel Johannesen, um Skálafjarðatunniln, men ikki tók upplýsingar frá Landsverki við.
Nevndin kannar eisini, um Kári P. Højgaard fór út um sínar heimildir, tá hann gjørdi eina break fee avtalu við privata felagið CIP uppá eina millión krónur, um sáttmálin um Skálafjarðatunnlin ikki varð undirskrivaður innan fyrsta september.
Landsstýrismálanevndin hevur fund klokkan hálvgum níggju í dag.