Jenis skeivt endurgivin

Jenis skeivt endurgivin
Tað, ið Jenis av Rana er endurgivin fyri at siga í Information um samkynd, samsvarar ikki heilt við útsagnirnar, hann sendi blaðnum
 
24.10.2013 - 16:32

Tað vakti ans seinnapartin, tá grein í danska blaðnum Information varð kunngjørd á alnetinum.

Í greinini, sum snýr seg um samkynd í Føroyum, verður Jenis av Rana endurgivin fyri at koma við so bersøgnum útsagnum um samkynd, at LGBT í Føroyum hótti við at melda hann til politiið fyri brot á 266b.

Í greinini, sum Anne-Marie Mohr hevur skrivað, verður miðflokkatingmaðurin endurgivin fyri nærmast at javnmeta tað at vera samkyndur við at liva eitt lív í millum annað drukk, misnýtslu og sjálvmorði. Tað byggir hann, sambært greinini, á hagtøl.

"»Guds mening er, at vi som individer skal leve et trygt og fredfyldt liv sammen med ham den almægtige herre. Men i stedet trækker de homoseksuelle et ødelæggende spor af modløshed, druk, misbrug, isolation, ydmygelse og selvmord efter sig. Det kan ikke være anderledes, når man ikke lever det liv, man er skabt til at leve", verður Jenis av Rana endurgivin fyri at siga við Information.

Men útsagnirnar, sum Jenis av Rana er endurgivin fyri at siga í Information - samsvara ikki heilt við útsagnirnar, sum Jenis av Rana í veruleikanum hevur sagt.

Jenis av Rana hevur sent Kringvarpinum skrivliga samskiftið millum seg og blaðfólkið, Anne Marie-Mohr Nielsen.

Boðskapurin líkist, men tónin er ikki eins skarpur.

Blaðfólkið, sum skilir føroyskt, hevur sett spurningarnar á donskum, og Jenis av Rana hevur svarað á føroyskum.

Har skrivar Jenis av Rana millum annað soleiðis:

"Hagtøl, ið siga frá lívsdygd teirra, ið liva sum homosexuell, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Honum, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, uppgevan og misbrúki. Sammett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rúsdrekka, rúsandi evnum og sjálvmorðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi sermerkir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera øðrvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva.

Dentur skal verða lagdur á, at hesi tøl eru frá umhvørvum, har fult út verður góðtikið at liva móti náttúruni. Um liviumstøðurnar í hesum umhvørvum verður sagt, at tær eru merktar av einsemi, skilnaði, vónloysi, kynismu, sjálvgóðsku, slatri, sexfokuseran, baktali, lokabrøgdum, isolatión og eyðmýkjan."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
Morgunlestur mánadagur 6. januar 2025
185358
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736